Tað eru ikki færri enn 16 fólk, ið hava søkt starvið sum føroyskt sendifólk í nýggju føroysku sendistovuni, sum skal stovnast í russiska høvuðsstaðnum, Moskva Tað sigur løgmansskrivstovan, nú umsóknarfreistin var úti á middegi í dag.
- Uppgávurnar hjá sendimanninum verða at virka sambært uttanríkispolitikki Føroya, at umboða føroyskar myndugleikar mótvegis russiskum myndugleikum og øðrum sendistovum í Moskva og at røkja sambond við russiskt vinnulív og mentanarlív, sigur løgmansskrivstovan
Starvið verður sett frá 1. november 2014 ella so skjótt, sum til ber.
|