Í miðnámsskúlunum í Føroyum eru tað nógvir næmingar, sum fella frá, afturímóti í øðrum londum. Tað verður staðfest í tí nýggja Miðnámsritinum, og har verður nevnt, at ein orsøk kann vera, at skúlin ikki dugur nóg væl at rúma næmingum við serligum fortreytum.
– Seinastu tvey árini eru 15-16 prosent av øllum næmingum á búskaparbreytini og FHS givnir á hvørjum ári. Í skúlaárinum 2015 -2016 góvust 44 av 272 næmingum á miðnámi á Føroya Handilsskúla. Tað er eitt fráfall upp á 16,2 prosent. Í skúlaárinum 2016 – 2017, góvust 38 av 262 næmingum á miðnámi á Føroya Handilsskúla, og tað svarar til 14,5 prosent.
Í́ Danmark góvust 6,6 prosent av miðnámsskúlanæmingunum í 2012.
Í Miðnámsritinum staðfesta tey, at hetta er ikki eitt úrslit, tey á Glasi Marknagili, eru serliga stolt av, men tað ber til at spyrja, hví so mong gevast á búskaparbreyt og serliga FHS, meðan onnur halda fram.
Munnu tey hava valt skeivt? Er talan um skeivt val, eigur betri kunning at bøta um støðuna. Eru næmingarnir harafturímóti fullgreiðir yvir, hvat valið ber í sær, kann spurningurin ikki verða loystur við meiri kunning. So verður tað í staðin ein spurningur um, hvat hendir eftir, at teir eru byrjaðir á miðnámi.
Í norðurlondum vísir gransking, at motivatión er hevur stóran týdning á hesum øki. Men higartil hevur ikki so nógv gransking verið í Føroyum um hesi viðurskifti. Tí kann tað vera, at vitan manglar innan útbúgvingarsálarfrøði í Føroyum. Og av tí, at lítið kjak hevur verið um, hvat motiverar næmingar í Føroyum at klára seg væl, er stór óvissa um sambandið millum motivatión og fráfall millum føroyskar næmingar í miðnámsskúlum í Føroyum.
Spurningurin, sum plágar lærarar illa í dag, er, hví so nógvir næmingar, sum í byrjanini vóru áhugaðir og hildu seg til at gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving, gevast á. Er svarið, at hesir næmingar mistu motivatiónina, so eru næstu spurningarnir, hvussu teir mistu hana, og hvat vit sum skúli kundu gjørt fyri at fyribyrgja hesum.
Men fyri at fáa greiði á hesum, er neyðugt at kanna málið fyri at fáa betri innlit í, hví fráfallið er so stórt.
– Betri innlit og fatan á hesum øki, hevði ikki bara gjørt skúlan betri í framtíðini, men hevði, sum frá leið, eisini givið føroyska samfelagnum ein meira ábyrgdarfullan ungdóm, stendur í nýggja Miðnámsritinum.