Fyrsta umfarið í øllum seks innleiðandi EM-bólkunum í EM-endaspælinum í Týsklandi er leikt, og staðfestast kann, at tað hava verið óvanliga nógv langskotsmál.
Sambært heimasíðuni, WhoScored eru heili 11 langskotsmál skotin í 12 teimum fyrstu dystunum.
Við langskotsmál meinast mál, ið er skotið uttanfyri brotsteigin.
Tað er at vóna, at hildið verður fram í tveimum teimum komandi umførunum, og í teimum avgerandi dystunum, so vit fáa fleiri mál at fegnast um.
Til samanberingar vóru bara 18 langskotsmál skotin í 51 dystum undir EM-endaspælinum í 2021, sambært WhoScored.