Heilhugað og dugnalig starvsfólk

Heðin Mortensen varð valdur til Ársins almenna leiðara, og hann serði, at hesin heiður kemst ikki minst av, at Tórshavnar kommuna hevur heilhugað og dugnalig starvsfólk. Ikki óvæntað fall heiðurin av Ársins almenna leiðara á Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

Ársins leiðari hevur víst virkisfúsni og áðræði við fokus á trivnaðin, segði dómsnevndin, og tað er einki at taka seg aftur í, at hesi orð eru væl vald.

- Tað er umráðandi hjá einum leiðara at fáa fólk við sær, men tað er kortini ikki nakað mál í sær sjálvum.Endamálið má altíð vera at náa einum settum máli, segði Heðin Mortensen í takkarrøðu síni.

- Tað ræður um at duga at lurta eftir fólki, sum hava vitanina, og tí brúki eg nógva tíð at tosa við fólk fyri at fáa eina fatan av, hvat hevur týdning fyri trivnaðin fyri ein bý og eitt samfelag, so fólk tíma at búgva her, segði Heðin Mortensen.

- Tað snýr seg um at tora at ganga á odda, eisini í mótgangstíðum. Men sum leiðari ræður tað um at hava starvsfólkini við sær, at kunna líta á teirra loyalitet og teirra kunnleika. Og fyri at uppibera ein slíkan loyalitet, mugu vit leiðarar verða trðugvir móti okkara sannføring, verða greiðir í okkara málum og tora at halda fast, tá ið á stendur, segði Heðin Mortensen.