UMMÆLI
Dávur Winther
Leiðin gekk oman í Skúlan við Ósánna leygarkvøldið, har tað neyvan sótu fleiri enn tríggir áhoyrarar. Hetta tí, at tað var ikki lætt at ríva seg frá skíggjanum, har X-foktor leikaði í hægsta geari til finaluna, og regnið bardi uttan fyri við somu megi.
Men so var ikki! Fullsett høll, og tað var júst sum at koma inn í eina vakra operahøll í London. Skrýtt við reyðum palltjaldi á bakvegginum, livandi ljós á reyðum súlum og litt el-ljós, sum hegnisliga førdi teg heilt aftur í hugnaligt umhvørvi til eina rætta konserthøll – Her hevur Steinvør Fonn verið, var tað fyrsta, eg hugsaði.
Væl hýrdi og álitisvekjandi Ernst Sondum Dalsgarð beyð vælkomin og greiddi skemtiliga frá so hvørt, sungið varð. Hetta gjørdi alt lættari. Tú vart meira við og skilti innihaldið, hóast meginparturin varð sungin á italienskum.
Sniðið var lætt, lærandi, fólkaligt og hugnaligt, hóast talan er um operettur, framførdar av sera dugnaligum yrkissangarum og -leikarum. Tað er sanniliga ikki bert at syngja operetur, men at framføra. Kropsburður, -leikur og sangur var alt á hægsta støði.
Og vit fingu bara tað besta av tí besta: Nessun Dorma úr Turandot, fleiri brot úr Carmen, Flogmúsini og Sound of music, Tú lýsti og O Sole Mio, fyri at nevna nøkur.
Tá ið tey trý sungu: Ernst Sondum Dalsgarð, tenor - Merete Sveistrup, sopran og Pia Schnack, mezzosopran saman við kenda klaverleikararanum, Vagn Sørensen; “stjól” Ernst onkuntíð ljóðmyndina í góðari merking. Á henda hátt kendi tú teg stundum saman við teimum trimum stóru tenorunum: Pavarotti, Domingo og Carreras. – Hetta var ein góð kensla. Bert keðiligt, at hølið ikki sang betur við.
Stuttligt at hoyra Piu Schnack, mezzosopran kunna skrúva sangleguna og vibiratorin niður á annað “vanligt” støði, tá ið hon sang mucicals og balladur – Ein heit, rund, fløvandi og rúmlig rødd, sum fevndi víða.
Munurin á leikum og lærdum var eingin, tá ið SUÐ sang sama við ella til tað, sum tey trý yrkislærdu bóru fram. SUÐ sang m. a. Sound of Music við Magna Husgaard við tangentarnar. Hetta fortaldi áhoyrarunum og gestunum av flatlondum, at vit kunnu eisini! SUÐ legði nógv afturat, til at heildarupplivingin var heilstoypt, viðkomandi og góð.
Steinvør Fonn er ein sera dugnaligur kórleiðari, sum arbeiðir málrættað og krevur av sínum sangarum, eins nógv og vóru teir yrkislærdir. Hetta liva tær eisini upp til – og at Susanne Brattaberg hevur havt kórið undir hond vil longum venjingarrøðum hoyrdist eisini, eins og tað ber boð um yrkislærda hugburðin hjá Steinvør Fonn.
“At tað ber til at uppliva slíkt í Klaksvík?”, var tað ein av áhoyrarunum, sum tók til ovurfegin og ikki sørt rørdur, tá ið konsertin var liðug hetta góða X-faktorkvøldið. Vinnararnir hetta kvøldið vóru í felag SUÐ og Det syngende Selskab, sum góðu okkum eina dygdargóða uppliving í heimsflokki.
Tað skulu tit saman við Konsertfelaganum hava stóra takk fyri.
Stig og stjørnur dugi eg ikki at meta um, tá ið talan er um konsert á slíkum støði.
Vælkomin aftur!