Lýsingastovan KREA varð stovnað í 2003. Oddmar S. Olsen, leiðari á KREA, sigur, at teir sóu ein tørv á eini reklamustovu í økinum, kanska serliga tí at ikki minni enn 70 prosent av vinnulívinum í Føroyum er í Eysturoy og í Norðoyggjum.
Styrkin hjá okkum er, at vit kunnu veita heildarloysnir til kundan, t.d. búmerki, øll vanlig brævpappírir, skelti, faldarar, lýsingar, bløð, heimasíðu o.s.fr., sigur leiðarin, Oddmar S. Olsen.
Tá ein handil, bilur ella eitt virki skal prýðast, gera vit uppskot um útsjónd. Snið og val av litum er tá sera týdningarmikið.
Vit sniðgeva prentlutir av øllum slagi, so sum bløð, bannarar, matseðlar, plastposar og peningakort.
Vit hava eisini valt at leggja dent á at gera og menna heimasíður og veita internet hjálp til øll, sum hava brúk fyri tí, eitt nú tá tey skulu dagføra sína heimasíðu. Vit hava forritarar, ið umframt at gera internar uppgávur, kunnu menna málrættaðar loysnir til kundan.
Starvsfólkini á KREA hava útbúgving og drúgvar royndir innan sítt starvsøki, sigur Oddmar S. Olsen.










