Heildarloysnir

Nú stundar av álvara til býráðsval, og mong eru tey gyltu lyftir, sum verða givin í hesum sambandi um dagarnar.

 

Maria á Dul

valevni Fólkafloksins í Tórshavnar Kommunu.


Vónandi eru flestu fólk so mikið at sær komin, at tey gjøgnumskoða hesi lyfti.

Fólkaflokkurin hevur ikki hug at syngja við í hasum kórinum.

Tað vit vilja, er at byggja víðari uppá tað, sum vit vóru við til at skapa seinast Fólkaflokkurin hevði veruliga ávirkan á býráðspolitikkin í Havn.

Tað var nevniliga tá grundarlagið varð lagt undir planlegging av býlingum, við øllum sum hoyrir til tílík nærumhvørvi, millum annað býlingshúsini.

Tað var eisini tá røktarheim og vardar íbúðir vóru bygdar, ringvegagerðin og havnaútbyggingin vóru planløgd og byrja.

Síðani komu fyri øll Føroya Fólk nøkur ring ár.

Hesi eru nú nakað síðani farin afturum, men ikki hevur stórvegis verið at sæð til tað frá sitandi býráðssamgongu.

Tó so, tað sæst at fólkaflokshugsjónin livir, tí enn er tað tann planleggingin frá 80`unum, sum liggur til grund fyri nøkrum av tí sum fer fram.

At valdar eru skravaðar loysnir til m.a. býlingarnar er at harmast um, men tað hevur Fólkaflokkurin hug til at gera nakað við, fær hann høvi til tess eftir valið.

Hugsanin er at bussleiðin, útbygt og trygt vegakervi, býlingshús harundir barnaansing, bústaðir til eldri, skal verða so tætt at býlingunum at skapa verður eitt rættiligt nærumhvørvi.

Fólkaflokkurin veit at ein býlingur er meira enn bert nøkur hús á rekkju. Hann veit at talan er um livandi umhvørvi við fólki í øllum aldri og við ymiskum tørvi, og tað ætlar hann at gera nakað við.

Til Bjarna Dalsgarð, sum í grein í Dimmalætting føldi tørv fyri at vísa á, at eg var flutt til Havnar, vil eg leggja avtrat: Hóast eg í løtuni búgvi í Havn, verið eg so leingi sum eg livi Argjafólk, og eg eri á veg útaftur.

Eg dugi væl at síggja hvat tørvur er á úti á Argjum eins væl og innan alt valdømið sum heild.

Gott val.