Heildarloysn við avsláttri

Berti pensjón og Tryggingarfelagið Føroyar bjóða nú felags kundum sínum 20% í avsláttri av øllum tryggingum. Treytin er, at lívstryggingin er í minsta lagi 18.000 krónur um árið

Tryggingarfelagið Føroyar og Betri pensjón hava nú gjørt seg út til at taka ímóti altjóða kapping, bæði á trygginagrøkinum og á pensjónsøkinum.

Tað er TF Holding, sum eigur bæði feløgini, sum tó eru tvær juridiskar eindir, og bjóða hvør sína tænastur til kundaranr. Tað fara tey eisini framhaldandi, men nú verður hetta gjørt í einum samstarvi, sum kemur teimum sonevndu heildarkundunum til góða.

Hetta er ein nýggj tænasta sum ger, at heildarkundar fáa meiri burtur úr báðum feløgum. Tí heildarkundar hava møguleikan at vinna sær ein serligan avsláttur.

Ein heildarkundi verður defineraður sum ein, ið hevur privata trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, og rindar í meðal minst 1.500,00 krónur um mánaðin – minst 18.000,00 krónur árliga – inn til Betri pensjón í tíðarskeiðinum1. januar til 31. desember.

Lýkur tú hesar treytir, fær tú 20% í avsláttri av teirri tryggingarupphædd, sum tú rindar um árið til Tryggingarfelagið Føroyar.

Gjørt verður upp við árslok, hvør uppfyllir treytirnar fyri at vera heildarkundi. Avslátturin verður roknaður av inngjaldinum til privattryggingar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember. Avslátturin verður so goldin út sum kekkur fyrst í árinum.

 

Kundin í miðdepilin

- Vit arbeiða miðvíst við at seta kundan í miðdepilin, og støðugt við at betra um tænastuna til kundar okkara. Hetta átak er ein týðandi liður í hesum, og vit fegnast tí um, at heildarkunda avslátturin nú er vorðin veruleiki, sigur Edvard Heen, stjóri í Trygingarfelagnum Føroyar.

- Við heildarkunda avsláttrinum hava vit uttan samanbering bestu heildarloysn á føroyska marknaðinum, tá umræður pensjón og tryggingar. Hetta er tí ein stór virðisøking fyri okkara kundar, kundar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar og føroyingar sum heild, sigur Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón.

Nýggja kundatænastan er liður í miðvísari ætlan hjá feløgunum at seta kundan í miðdepilin, og at gerast mest kundavinarligi pensjóns- og tryggingarveitari í Norðurlondum.

 

Gera vart við seg

Mortan Poulsen greiddi annars á tíðindafundinum frá, at Betri pensjón hevði brúkt eina ótrúliga orku í at greiða frá, hvør teir eru.

- Vit hava lagt dent á at bjóða so einføld produktir sum gjørligt. Tað vísir seg, at fólk yvirhøvur hava ógvuliga lítlan áhuga í pensjónum. Hugburðurin tykist vera, at vit gjalda til pensjón, men hvar tann peningurin fer, leggja vit líka í, sigur Mortan Poulsen.

Við hesum tiltakinum roynir Betri pensjón at knýta pensjónina nærri at uppspararanum.

- Tað hevur verið eitt turbulent ár á pensjónsmarknaðinum, tí marknaðurin hevur verið ógreiður, og haraftrat herjar ein fíggjarkreppa, sum ikki ger støðuna lættari, sigur Mortan Poulsen.

Hetta tilboðið hjá Betri pensjón og Tryggingarfelagnum Føroyar kemur í kjalarvørrinum av eini fráboðan frá LÍV, har teir gera greitt, at tað verður munandi dýrari at flyta pensjónina frá teimum til annað pensjónsfelag.

Men tað er júst fyri at brynja seg til altjóða kapping, at Trygginagrfelagið Føroyar og Betri pensjón nú hava tikið stig til hetta søluframtakið.

- Marknaðurin er nógv meiri opin í dag. Vit hava seinastu tvey árini arbeitt við at broyta fyritøkuna frá at vera ein administrativ fyritøka til í dag at seta kundan í miðdepilin, við minimalum umsitingarligum kostnað. Og hesa broyting hava øll okkara 105 starvsfólk verið ígjøgnum, sigur Edvard Heen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.

Í dag verður ikki hugt eftir einstøku tryggingini, men eftir samlaða tørvinum hjá kundanum, og veita loysnir hareftir.

- Vit hava lagað Trygginagrfelagið Føroyar og Betri pensjón til altjóða kapping, sigur Edvard Heen, stjóri í Trygginagrfelagnum Føroyar.