Føroyar hava kravt at verða virdar sum strandaland viðvíkjandi makreli, men Noreg og ES hava áður ikki verið sinnað at gera hetta. Tó er samsvarandi teimum sínámillum avtalunum millum ávikavist Føroyar og ES og Føroyar og Noreg fyri 1999 staðfest, at Føroyar eisini eru strandalond.
Spurningurin um at regulera makrelfiskiskapin í altjóða sjógvi var eitt av evnunum, sum var á skránni á regluliga ársfundinum hjá NEAFC í november 9198. Hóast drúgvar royndir vórðu gjørdar at koma til eina semju, var hetta tó ikki gjørligt. Tá hetta varð staðfest, kunnaðu Danmark (vegna Føroyar og Grønland), ES og Noreg hini limalondini um eitt uppskot, sum hesi trý sum strandalond høvdu arbeitt við undir fundinum. Uppskotið varð ikki sett undir atkvøðugreiðslu.
Ísland góðtekur ikki, at bert Føroyar, ES og Noreg eru strandalond. Hóast makrelur ikki hevur verið fiskaður í íslendskum sjógvi, vísir Ísland á kanningar, har makrelur er fingin í íslendskum sjógvi. Eisini vísir Ísland á tilfar, sum Russland legði fram á eykaársfundinum um útbreiðslu av makreli norðan fyri Føroyar og í Norskahavinum. Grundað á hesar kanningarnar varð víst á, at tað er sannlíkt, at makrelur eisini er í íslendskum sjógvi. Onnur lond hava ikki tikið undir við íslendska sjónarmiðinum um Ísland sum strandaland.
Tey trý strandalondini settu sær fyri at koma fram til, hvussu serliga Russland kann taka undir við eini NEAFC loysn fyri makrelin í altjóða sjógvi. Eftir drúgvar tingingar millum partarnar eydnaðist heldur ikki á hesum fundinum at koma til eina semju millum strandalondini øðrumegin og Russland hinumegin. Strandalondini tóku støði í uppskotinum frá november 1998 um stigvísa minking av russiska fiskiskapinum eftir makreli í altjóða sjógvi. Russland gjørdi greitt, at tað fór at mótmæla eini samtykt, sum ikki gav Russlandi 45.000 tons. Til sammetingar kann verða nevnt, at Russland í miðal hevur fiskað um 18.000 tons av makreli í altjóða sjógvi.
Hóast hesa støðu mettu strandalondini, at NEAFC skal gera eina samtykt um makrelfiskiskapin. Hetta hevur m.a. samband við, at er ongin altjóða regulering, kunnu ikki-limalond fiska í altjóða sjógvi, uttan at limalondini hava skyldu at avvísa, at tey koma í havn og kunnu umskipa sína veiðu. Undir fundinum varð fleiri ferðir nevnt - eisini av Russlandi - at tað møgulga bert er ein spurningur um tíð, til onnur lond eru komin væl við í makrelfiskiskapinum.
Við atkvøðunum hjá teimum trimum strandalondunum Danmark (vegna Føroyar og Grønland), ES og Noreg og Pólandi varð samtykt at áseta eina heildarkvotu fyri makrel í altjóða sjógvi upp á 44.000 tons fyri hvørt av árunum 1999-2001. Av hesum skal Russland í 1999 hava 30.000 tons, strandalondini undir einum 10.000 tons, Ísland 2.000 tons, Póland 1.000 tons og onnur lond 1.000 tons. Íslandi og Russland atkvøddu ímóti uppskotinum.
Tað samtykta uppskotið er grundað á, at strandalondini í 1999 eru bundin av eini mest loyvdari makrelkvotu upp á 500.000 tons. Fyri at samtyktin skal verða galdandi fyri 2000 og 2001, er tað ein fortreyt, at strandalondini verða samd um at áseta eina heildarkvotu fyri teirra fiskiskap. Henda partin løgdu føroysku umboðini stóran dent á, tí á tann hátt eru Føroyar ikki bundnar at halda samtyktina í 2000 og 2001, um so er, at ongin semja verður gjørd millum strandalondini.
Í tráð við hetta vístu Føroyar á týdningin á at fara undir fundir millum strandalondini at viðgera reguleringar av makrelfiskiskapinum. Aftaná ársfundin hjá NEAFC í november 1998 gjørdu Føroyar av at bjóða ES og Noreg til fundar í Føroyum í januar 1999 at tosa um fiskiskapin eftir makreli, men av ymiskum orsøkum kundu ES og Noreg ikki møta. Millum strandalondini varð gjørt av at hava fund í Tórshavn 17.-17. mars 1999. Hetta verður fyrsti fundur millum strandalondini við regulering av fiskiskapinum fyri eygað.
Eykaársfundurin viðgjørdi eisini uppskot um at fara undir neyvari skráseting av upplýsingum viðvíkjandi fiskiskapinum eftir kongafiski í Irmingarhavinum og viðvíkjandi fiskiskapi á djúpum vatni sum heild.
Samráðingarnevnd
Í føroysku sendinevndini vóru Andras Kristiansen, deildarstjóri (samráðingarleiðari), Jens Helgi Toftum, fulltrúi, Jákup Reinert, fiskifrøðingur, Esther Dahl, umboðsmaður Føroya í Brússel, Sofus Poulsen, umboðsmaður Føroya í Aberdeen og Kristian Martin Rasmussen umboðandi Føroya Reiðarafelag stendur í tíðindaskrivi frá Fiskimálastýrinum.









