Nú er vandi fyri, at heildarætlanin, sum skuldi setast í verk fyri at fyribyrgja harðskapi í parløgum og nærsambondum, dettur niðurfyri.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur biðið um 1,2 milliónir til endamálið í ár.
Peningurin skal brúkast til eina heildarætlan fyri at fyribyrgja harðskapi í parløgum og nærsambondum.
Men nú fíggjarnevndin hevur viðgjørt fíggjarlógina fyri í ár, er peningur skarvaður av játtanini.
Hvussu stór, skerjingin er, hevur ikki eydnast at fáa upplýst, men tað er ein samd fíggjarnevnd, sum hevur tikið undir við tí.
Játtanin í ár skal brúkast til a seta skjøtul á eina heildarætlan, sum skal ganga yvir nøkur ár og í ár var ætlanin a skipa fyri fleiri tiltøkum við tí endamáli at fyribyrgja harðskapi í familjum.
Eitt nú er neyðugt at seta ein samskipari, sum skal samskipað heildarætlanina.
Nú hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum gjørt fíggjarnevndini púra greitt, at verður skarvað av játtanini, fer øll heildarætlanin at fyribyrgja harðskapi í familjum, fyri skeytið.
Tí heitir hann staðiliga á fíggjarnevndina um ikki at skarvað av játtanini.
Landsstýrismaðurin vísir á, at hetta er ein ætlan, sum arbeitt hevur verið við í hálvtannað ár og sum allir flokkar á tingi hava tikið undir við, tí allir flokkar hava boðað frá, at teir raðfesta hetta økið frammaliga
- Tað er greitt, at heildarætlanin kann veruliga gera mun hjá nógvum familjum í Føroyum, sum livað undir so ringum korum, at flest okkara hava torført við at ímynda okkum tað, sigur Johan Dahl.
Tað er ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Vinnumálaráðnum, Innlendismálaráðnum, Almannamálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Mentamálaráðnum, sum hevur lagt heildarætlanina til rættis.
Harafturat var ein politiskur fylgibólkur settur og hann tók fult undir við heildarætlanini og sum hann avtalaði, at peningur skal játtast til at seta hana í verk.
- Tað verður ein dyggur smeitur fyri øll, um vit sum land lata harðskap fara fram og venda blinda eygað til, sigur Johan Dahl.
Um eina løtu hava vit vimerkingar til málið, eitt nú frá Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, sum er limur í fíggjarnevndini og hon greiðir frá, hví nevndin hevur hildið, at tað var ráðiligt at lækka játtanina. Men nú heldur hon, at málið má takast upp aftur.