Heildarætlan um ferðavinnu leggjast fram

Ferðvinnan í Føroyum stendur í blóma. Tað koma alt fleiri ferðafólk hendaveg og tað legst javnt afturat.

 

Tó er tað ikki uttan avbjóðingar, at vit fáa alt fleir fólk hendaveg. Tað manglar ein yvirskipaður politikkur á økinum og eisini eru fleir staðni, har ferðafólk enn sleppa at ganga frítt, ið ofta er til ampa fyri fólk, ið búgva á staðnum.

 

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, setti í 2016 ein arbeiðsbólk saman, ið skuldi koma við eini heildarætlan um framtíðarmenning í ferðavinnuni.

 

Heildarætlanin skal nú leggjast fram. Arbeiðsbólkurin er liðugur og ætlanin skal leggjast fram fríggjadagin, so væntandi fáa vit betur skipaði viðurskiftir á ferðvinnuøkinum í næstum.