Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett ein arbeiðsbólk at orða eina nýggja diabetesheildarætlan fyri Føroyar. Ætlanin við eini heildarætlan er serliga at leggja herðslu á fyribyrging, so tey, ið hava fingið staðfest týpu 2 diabetes, kunnu hava eitt so gott lív við sjúkuni sum til ber.
Tað verður sagt í tíðindaskrivi, sum sent er úr landsstýrinum í dag.
Lagt verður aftrat, at stórar samfelagsbroytingar í londunum kring okkum hava havt við sær broyttar vanar, bæði innan kost og rørslu, sum í stóran mun hava ávirkað heilsuna hjá borgarunum. Hesar broytingar síggjast eisini aftur her heima í Føroyum, har talið á teimum er nógv vaksandi, ið fáa kroniskar sjúkur, eitt nú týpu 2 diabetes.
Karsten Hansen hevur sett ein arbeiðsbólk og ein fylgibólk at mynda ætlanina, og í arbeiðsbólkinum sita: Kristiana Rein, umboðandi Diabetesfelag Føroya, Jens Andreasen, umboðandi diabetessjúklingar, Dánjal Petur Højgaard, umboðandi Læknafelag Føroya, Steen Larsen, umboðandi Kommunulæknafelag Føroya, Durid Johannesen, umboðandi diabetesambulatoriið, Klaksvíkar Sjúkrahús, May-Britt S. Jacobsen, umboðandi Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya, Mariann Patursson, umboðandi kostráðgeving, Landssjúkrahúsið og Kristianna Larsen á Lofti, samskipari, Heilsumálaráðið









