Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna
........
Nú um dagarnar fingu vit sett krónur og oyru á hvat eitt føroyskt fátækramark er. Vi fingu at vita, at fyri støk er markið 9796 krónur um mánaðin ella 117.548 krónur um árið, til lívsins uppihald. Víst var eisini á at pensjonistar sum heild ikki eru fátækir.
Veruleikin er tó ikki so einfaldur. Pensjonistar eru ikki ein homogenur bólkur, líka so lítið sum aðrir bólkar eru tað. Hóast allir pensjonistar ikki eru fátækir, so er tann bólkurin av pensjonistum, ið bert hevur fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, sera hart sperdur. Fátækramarki tekur ikki hædd fyri, hvussu dýrt tað er at hava tak yvir høvdi, hvussu kostnaðarmikil el og olja er, og hvussu nógv dýrari matvørur eru at keypa, í mun til okkara grannalond. Tí sigur krónutali bert ein part av sannleikanum.
Ikki góðtaka fátækradømi
Okkara samfelag eigur ikki at góðtaka fátækradømi. Tvørturímóti eiga vit at arbeiða miðvíst við at taka burtur orsøkirnar, ið eru viðvirkandi til at skapa fátækradømi. Tað eru nógvar ymiskar orsøkir til fátækradømi, tí mugu vit hyggja miðvíst at hvørjum bólki sær, ið er í fátækraváða, og lýsa júst hvat orsøkirnar eru hjá ávísa bólkinum, fyri at lýsa hvørji átøk skulu til.
Hvat er orsøkin til støðuna, hjá teim pensjonistum, ið eru illa fyri fíggjarliga, teimum ið eru støk og teimum ið eru stakir uppihaldarar og hvat kann ítøkiliga gerast fyri at bøta um teirra støðu.
Ikki bert eitt tal at máta við
Tað er ein vandi fyri, at fátækramarki bert hevur til endamáls, at máta hvussu nógv fátøk eru og um støðan broytist, ár um ár. Tað er júst hetta, at fylgja gongdini í talinum av fátøkum, fleiri lond brúka ásetingina um fátækramark til. Tað er sjálvandi gott at vita, hvussu gongdin er, men henda vitan kann als ikki standa einsamøll. Hon má fylgjast upp við átøkum.
Heildarætlan at basa fátækradømi
Nøkur lond, millum annað Noreg og Írland arbeiða málrættað fyri at minka um fátækradømi. Norska stjórnin setti sær í 2007 nøkur mál fyri at minka um fátækradømi. Sett vóru mál um, at øll skulu hava møguleika at arbeiða, øll børn og ung skulu hava møguleika at vera partur av samfelagnum og at menna seg og livikorini hjá teimum við sosialum trupulleikum skulu betrast.
Arbeitt hevur verið víðari við hesum málum og í 2011 legði norska stjórnin fram eina langskygda strategi um at javna fíggjarligar og sosialar munir í Noreg.
Hóast vit kenna, ella í hvussu so er, hava eina hóming av, hvat orsøkirnar til fátækradømi í Føroyum eru. So eiga vit, at fáa teir samlaðar fram í ljósi og fáa sett upp hvørji átøk skulu til. Ein heildarætlan eigur at hava heilt ítøkilig átøk, átøk ið eru málrættaði til hvønn bólkin sær. Verður hetta gjørt, so hevur politiska skipanin nøkur amboð at arbeiða við, amboð, ið siga meira enn bert krónutal fyri fátækramark. Hetta vil gera tað møguligt, hjá politisku skipanini, at arbeiða meira miðvíst fyri at basa fátækradømi, enn gjørt verður í dag.