Katrin Dahl Jakobsen, Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
Hóast vit við lóggávu hava álagt okkum sjálvum, at skúlin skal vera fyri øll, og tað málið skulu vit halda fast um, so vita vit, at veruleikin er ein annar. Tað eru næmingar, sum lítið og einki fáa burtur úr skúlagongdini, og tað hóast teir eru vanliga gávaðir. Sum er, so røkka tilboðini í fólkaskúlanum ikki hesum næmingum, sum ofta hava innlæringar- og atferðartrupulleikar. Orsøkirnar kunnu vera so mangar, men stava ofta frá nervandi hendingum í lívinum. Fyri teimum gerst verðin bara so mikið fløkt, at vanligar avbjóðingar, sum tað at vera í einum felagsskapi, er sera trupult, og ofta eru tey til ampa fyri undirvísingina og flokkin tey ganga í. Hesi børnini mugu vit taka okkum av, soleiðis at eisini tey fáa hóskiligar og mennandi av-bjóðingar, sum kunnu gera tey før fyri at vera í valigum skúlaflokki.
Dømi eru um, at man sum neyðloysn hevur sent hesi børnini av landinum á skúla ella stovn. Men tað er ov lætt sloppið og ósømiligt bert at betala hesi børnini burtur úr eygsjón og feia trupulleikan undir teppið, heldur enn at samla, skipa og styrkja tann førleika vit sjálvi hava.
Nú hava røddir verið frammi um, at seta á stovn ein heildagskúla í Tórshavnar kommunu. Slíkir skúlar eru vanligir aðrastaðni og fevna um frálæru, frítíð og viðgerð í eina tíð, alt eftir tørvi hjá tí einstaka. Endamálið er sjálvsagt, at næmingarnir verða styrktir soleiðis, at tey aftur kunnu gerast partur av vanliga fólkaskúlan-um. Hugskotið er áhuga-vert, men krevur, at tann múrur, sum í dag er millum almanna- og skúlaverk verður brotin niður, tá bæði hesi verk-ini koma at hava sín leiklut í slíkari skipan. Ansast má eisini eftir, at hetta ikki verður eitt hent avreiðingarstað hjá skúlaleiðslum av atferðartruplm næmingum, men eitt stað, sum skúli og foreldur í felag velja, tí einki annað bar til. Hóast slík loysn verður vald, so eiga leiðslurnar at vita, at tær framhaldandi "eiga" næmingin. Tað er umráðandi, at vit ikki aftur fara at gera ein B-skúla, sum fer at vaksa seg stóran, tí ov lætt er at senda næmingar frá sær. Tað er hóast alt í vanliga fólkaskúlanum, at størsta orkan skal leggj-ast í, at brynja okkara børn til samfelagið. Eis-ini hesi børnini. Javnaðarflokkurin vil vera við til at skipa skúlaviðurskiftini í kommununi soleiðis, at eingin dettur niður ímillum.