Heilbrigdi vil í Mjørkadal

Tá ið Færøernes Kommando flytur út úr Mjørkadali, kunnu hølini ikki brúkast betur enn sum viðgerðarstað fyri ungar misbrúkarar og familjur, heldur Árni Rein, dagligur leiðari á Heilbrigdi

Um nakrar mánðir flytur Færøernes Kommando úr Mjørkadali. Eftir verður tá bara Arresthúsið í Mjørkadali, og tveir triðingar av húsinum fara at standa tómir.
Landsstýrinum stendur í boði at keypa húsið, men enn liggur einki fast viðvíkjandi keypi.
Óivað fara fleiri stovnar og felagsskapir at leggja framvið at sleppa at flyta inn, og ein teirra er Heilbrigdi á Velbastað.
Sum landsstýriskvinna kom Rósa Samuelsen við hugskotinum um at gera støðina í Mjørkadali til heim fyri ung fólk við atferðartrupulleikum, men tann ætlanin varð slept.
- Eg nevndi tað á stóra fundinum hjá Heilbrigdi í Norðurlandahúsinum, at húsið hevði vrið sera væl egnað sum viðgerðarstað fyri ung fólk við rústrupulleikum og fyri familjur hjá misbrúkarum, sigur Árni Rein.
Hann sigur, at hann nevndi hetta hugskotið fyri Aksel V. Johannsen, tá hann var landsstýrismaður og so aftur fyri John Johannesen. Nú hevur hann eisini nevnt tað fyri Karsten Hansen.
- Húsið er í góðum standi, og tað hevði borið væl til at verið har og havt Arresthúsið í hinum endanum, sigur Árni Rein.

Gott hús
Tað vanliga er, at tá ið hervaldið fer úr einum bygningi, skal bygningurin javnast við jørðina, um myndugleikarnir ikki taka yvir. Tað hevði verið spell, um støðin í Mjørkadali fær slíka lagnu, heldur Árni Rein.
Hann heldur ikki, at Heilbrigdi í longdini kann halda fram undir so trongum umstøðum á Velbastað. Tað kann ikki vera rætt, at stovnurin stríðist við at gjalda rentur og avdrøg, tí landið fær inntøkur burturúr tí, hvørja ferð eitt menniskja verður hjálpt úr síni misnýtslu.
Hann sær eisii fyri sær, at um Heilbrigdi fær støðina í Mjørkadali at húsast í, kann viðgerðarstaðið taka ímóti fólki úr øðrum londum at viðgera og soleiðis fáa inntøkur burturúr.
Heilbrigdi hevur gott orð á sær í øðrum londum sum viðgerðarstað, sigur Árni Rein.
Av tí at landsstýrisfundur var fyrrapartin, bar ikki til at fáa orð á Karsten Hansen, landsstýrismann, hvat hann sigur um hugskotið.