Heilbrigdi & Blákrossur

Alkohol er ein stórur og vaksandi trupulleiki í okkara samfelag.

Johan Mortensen

Valevnið hjá Tjóðveldisflokkinum



Tað verður farið ov lætt um alkohol. Við okkara batnandi búskapi økist tali av fólki við rúsevnistrupulleikum, ein syrgiligur veruleiki. Ávirkaði fólk í havnargøtum hoyra til býarmyndina og at nógv fólk ikki hava tak yvir høvdinum ber Herbergið hjá Frelsunarherinum sítt syndarliga prógv um. Alkohol kostar føroyska samfelagnum risaupphæddir og er mongum at bana.

Tað má vera sera møtimikið hjá stovnum sum Heilbrigdi og Blákrossi hvørt ár at skulu berjast við tvørar politikarar sum ikki vilja veita neyðugu fíggingina, men heldur skarva av einari frammanundan ov lítlari játtan. Somu politikarir sum ikki síggja nakað óført í at byggja marglætis Tinghús og at yvirbetala kanningarstjórum og umboðsmonnum og tí heilaga fótbóltinum.

Her skal sanniliga broyting í. Komandi Býráð hevur eina moralska skyldu at hjálpa nevndu stovnum. Eg havi sera stóra virðing fyri tí arbeiði sum Frelsunar-herurin útinnir í Tórshavn. Frelsurnarherurin tørvar eisini eina hjálpandi hond frá komandi Býráði.

Vit hava ikki vælferð um ikki øll hava tað gott.

Tjóðveldisflokkurin vil hjálpa.