Heilaskaðar eru ymiskir 1:

Tá fremsti parturin, pannulepin, verður skaddur (1. partur)

Eg havi fyrr skrivað eitt sindur í blaðnum um heilaskaðar, og ætli nú at halda á fram. Eg havi tó lært, at neyðugt er at nýta eitt mál, sum ikki er "so føroyskt" sum fyrru ferðirnar. Men júst hetta kan gera arbeiði trupult tí einasta "terminologi" (tey serligu orðini, vit nýta í sambandi við heilan og heilasjúkur /skaðar) vit eiga, hevur Hans Debes Joensen, landslækni sáli, skapt. Og hóast verk hansara er sera góð, er málið ikki altíð so lættskilt hjá vanligum fólki. Men eg skal royna at vanda mær um, soleiðis at málið eg nýti verður eitt sindur lættlisnari hesuferð.
Fremst í heilanum hava vit eitt øki, vit vanliga nevna pannulepin ella framlepin, á donskum: frontallappen(-erne); á enskum: frontal lobes. Sum vit sýggja á mynd 01 og 02, liggur ein partur av lepanum beint omanfyri eygumi.
Hesin partur, beint oman fyri eyguni er tað, sum á mynd 02 er nevnt: prefrontal area. Men sjálvur pannulepin fevnir um alt tað økið, sum er litað reytt og blátt á mynd 02.
Vanliga verður pannulepin umtalaður sum "hin gátuføri pannulepin" (ella "gátuføru pannuleparnir" í fleirtali, sum vanligast er á enskum). Hetta kemst av, at heilt fram til fyri bert 10, 15 árum síðani vóru vísindamenn sera ósamdir um hvørja funksjón pannulepin yvir høvur hevði hjá menniskjanum. Summir hildu, at hann hevði stóran týdning, meðan aðrir hildu, at hann nærum ongan týdning hevði. Seinastu árini eru tó allir á einum máli um, at júst pannulepin hevur rættiliga stóran týdning fyri ikki bert heilan, men fyri alla persónligheit okkara. So at siga allar funksjónir, heilin hevur og røkir, verða á ein ella annan hátt stýrdar av pannulepanum. Danski nevrosálarfrøðingurin, S Freltofte nevnir pannulepan "stjóri heilans" ("hjernens direktør"), meðan Elkohonon Goldberg nevnir hann "dirigentur heilans" ("hjernens dirigent"). Fyrra heiti er hent hjá teimum sum eru von at rokast á einum flakavirki td. meðan seinna heiti er hent hjá teimum, sum hava skil fyri tónleikalist og kanska eru meiri lisin enn onnur. Men bæði heitini siga hvussu stórt virði júst pannulepin hevur fyri heilan.
Ein pannulepaskaði verður ofta eisini róptur "hitt dyseksekutiva syndromið". Hetta kemst av, at tær funksjónir pannulepin røkir eisini verða róptar "dyseksekutivu funkt-sjónirnar" ? "tær fremjandi funksjónirnar", tvs. tær funksjónir í heilanum sum gera, at tú kanst hava eina ætlan, seta ætlanina í verk, hava hóming hvussu leikur ferst, kann fullføra ætlanina og síðani meta, hvørt úrslitið var nóg gott ella um ætlanin skal broytast.
Hin vegin kann ein skaði í hesum virðismikla parti av heilanum hava rættiliga álvarssamar fyri hin skadda og avvarandi hansara, ikki minst. Í staðin fyri at byrja við at siga nakað um hvørjar uppgávur pannulepin hevur, ætli eg mær at nevna hvat hendir hjá einum pannulepaskaddum. Og tó er ikki altíð so, at ein pannulepaskaði nýtist at fevna um øll nevndu punktini.
Niðanfyri standandi 20 punktini eru tey orð ella tær vendingar, sum flest allir eru samdir um, eru avgerandi tá vit tosa um ein pannulepaskaða:

1. (hin skaddi) fær ikki afturhald, er hann fyrst farin í holt við at gera ella siga okkurt, sum einki skil er í ella sum lítil dugur er í (respons suppression problem)
2. dugir illa at taka tær røttu ella tær "góðu" avgerðirnar (poor decission making)
3. dugir illa at lesa, skylja ella virða kenslurnar hjá øðrum ella at halda seg til sosialu reglurnar hjá øðrum (no concern for others emotions and social rules)
4. dugir sera illa at hugsa abstrakt (at ímynda sær), at loysa trupulleikar ella at meta um tað, hann longu hevur gjørt
5. sigur ofta, at hann ætlar sær tað og tað ella at gera tað so og so, dugir væl at greiða frá síni ætlan og hvussu besti framgangshátturin er, men kemur síðani ikki úr stað (knowing- doing dissociation)
6. temporalir sekvenseringstrupulleikar, tvs. at hin skaddi hevur ilt við at seta hendingar í rætta tíðarraðfylgju
7. ringt innlit í egna funksjónsstøðu (funksjónsnivieau)
8. svingandi motivasjón, oftast motiveraður fyri tí, sum gevir positiva nøgd beinanvegin (ikki altíð gevur positiva feedback)
9. trupulleikar at gera ætlanir
10. impulsivur
11. lættur at distrahera / fáa til annað enn tað, hann skal
12. stutt fjús /agressivur
13. euforiskur (offarakátur)
14. apatiskur
15. tómt kenslulív (overfladisk)
16. fabulerandi, tvs. at hin skaddi tosar uttan íhald, uttan at kunna skifta innihald (næstan frítt assosierandi, tvs. at hitt eina orðið tekur tað næsta, uttan sjálvskritikk og uttan tamarhald)
17. konfabulerandi, tvs. tosar um tað sum er ósætt ella heilaspuni (lýgir tó ikki beinleiðs, men ger tað til tess at skipa tað, sum ikki hongur rætt saman hjá tí skadda), hin skaddi manipulerar ikki, men hevur stórar trupulleikar í kontrolskipanunum hjá minninum tvs. at minnið ikki av sær sjálvum frásorterar eitt sokallað "falskt minnis-spor" (gykl, kanska minnir sum veruliga stava frá eini bók, eini teknirøð, einum filmi ella tí, onnur hava sagt frá; hin skaddi heldur hetta vera minni frá egnum lívi)
18. hava lyndi til at vera perseverandi (ger tað sama umaftur og um-aftur) í hugsan, talu og gerð (plátan melir í "somu rillu" uttan at hin skaddi dugir at skifta "rillu", plátan hakkar)
19. er rastleysur
20. hevur ikki tamarhald á seksuellum atburði ella seksuellari talu

Sjúkrasøgur:
Phineas Gage: Ein hin mest kendi pannulepaskaddi er amerkumaðurin, Phineas Gage. Seinnapartin hin 13. septembur 1848 hendi eitt løgið og óhugnafrætt óhapp í lítla býnum Cavendish í statinum Vermont í landnyrðingshorninum í USA. Teir vóru í ferð við at gera eina nýggja jarnbreytar-linju, ein bólkur av arbeiðs-monnum undir leiðslu av 25 ára gamla Phineas Gage vóru í ferð við at spreingja nakað av hellu burtur. Summir boraðu meðan Gage sjálvur fekst við at løða og at stampa krútið og leggja sand omaná, áðrenn teir sprongdu. At stampa við nýtti Gage eina jarnstong. Hin altíð ansni Gage var óansin nøkur sekund og av óvart rendi hann stongina so harðliga niður á løðingina, at hon sprongdist. 13 pund tunga stongin sendist tvørtur gjøgnum høvdið á Gage, fór inn undir vinstra eyga, gjøgnum heilan og út aftur gjøgnum skallan. Megin hevur verið stór, tí stongin slongdist ikki minni enn 30 metrar frá staðnum, har Gage stóð.
Á mynd 03 síggja vit stongina, sum Gage fekk gjøgnum høvdið. Mynd 04 vísir eina tekning frá Cavendish.
Í stuttari blaðgrein stóð vikuna seinni, at so løgið tað ljóðar, so var Gage enn á lívi klokkan 2 seinnapartin, "in full possession of his reason, and free from pain". Júst um hetta leiti var vanliga hugsanin at einhvør sum fekk ein tílíkan skaða, doyði av skaðanum. So Phineas Gage gjørdist í veruleikanum kendur fyri at vísindin so dyggiliga hevði mistikið seg her. Tað var ikki fyrr enn í 1868, í eini grein, skrivaða av kommunulæknanum á staðnum, JohnHarlow, fekst at vita at skaðin hevði havt við sær, at Gage var munandi broyttur sum persónur aftaná hendingina, at hann ikki var sami maðurin sum áður..
Bert fáar minuttir aftaná hendingina hevði Gage fingið vitið aftur og tosaði sum áður. Han varð í einum heystavogni koyrdur inn til eitt vertshús, har hann búði og gekk sjálvur upp trappurnar. Hann varð væl viðgjørdur av kommunulæknanum, Howard, og fáar mánaðir seinni flutti hann úr býnum og byrjaði "eitt nýtt lív". Og júst hetta, hitt "nýggja lívið" hjá Gage er tað, søgan snýr seg um. Meðan hann av fyrstani gjørdist kendur fyri, at hann ikki doyði av skaðanum, gjørdist hann síðani kendur fyri hvussu persónligheitin hjá honum fullkomiliga broyttist. 20 ár seinni skrivar sami Harlow: Likamliga heilsan bilar einki, og eg tori at siga, at hann er nærum heilt frískur .... men sambandið millum intellektuellu evnini og djóralíknandi lyndið, vit øll hava, var farið av lagið. Hann var sera óstabilur, legði lítið í onnur og var oftani rættuliga grovur, tvørtur ímóti tí, hann hevði verið áður. (Gage var áðrenn skaðan ein hampamaður við góðum skili og bar seg bæði fólkaliga og sámuliga at). Hann ger tað sum hóvar honum, og uttan mun hvussu onnur royna at leggja honum lag á, so ger hann tað, hann hevur hug til. Samstundis er hann lúnutur og óálítandi. Hann hevur hópin av ætlanum, men leggur skjótt frá sær og ferð í holt við okkurt heilt annað .... áðrenn skaðan var han álitið sjálvt, og vinirnir hildu hann vera klókan, eitt arbeiðsgrev og ómetaliga tolin og gavst aldri fyrr enn komið var á mál. Vinirnir halda hann nú vera so broyttan at teir siga, at han ikki longur er "hin sami Gage". (Harlow 1868).
Gage skifti arbeiði í heilum, varð skildur frá konuni og endaði sum eitt ólukkudýr.