Í gjár klokkan 16 varð Listastevna Føroya sett. Tá varð eisini vinnarin av stuttsøgukappingini, sum Listastevnan stendur fyri, kunngjørdur. Samstundis varð kunngjørt, hvørjar søgur eru við í stuttsøgusavninum, sum varð givið út í gjár, beint eftir at stevnan var sett.
Alt hetta fór fram, eftir at blaðið fór til prentingar, men vit fingu møguleikan at síggja eitt eintak av stuttsøgusavninum - tó ikki at lata tað upp og síggja hvat perman goymir.
Í savninum eru 14 av teimum 39 stuttsøgunum, sum komu inn til kappingina. Kappingin varð útskrivað í heyst, og freistin at lata søgur inn var 20. apríl í ár.
Lisnar í útvarpi
Ein dómsnevnd varð sett, áðrenn kappingin varð útskrivað. Í henni sótu Turið Sigurðarsdóttir fyri Fróðskaparsetrið, Lydia Didriksen fyri Rithøvundafelagið, Niels Jákup Thomsen fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, og Sverri Egholm, sáli, fyri Útvarp Føroya. Tá Sverri Egholm fór, kom Guðrun Gaard í hansara stað í dómsnevndini.
Virðislønin, sum verður latin rithøvundanum handan bestu stuttsøguna, ljóðar á 20.000 krónur. Onnur og triðja virðisløn eru ávikavist 15.000 og 10.000 krónur.
Harafturat verða nakrar av teimum 14 útgivnu stuttsøgunum lisnar upp í Útvarpi Føroya. Tann fyrsta varð lisin upp longu í gjárkvøldið.
Góð undirtøka
Ova hevur gjørd permumyndina til stuttsøgusavnið, eftir at hava lisið allar tær útvaldu stuttsøgurnar. Heitið á savninum »Mjørki í heilum«, er sprottið av permumyndini.
Áðrenn stuttsøgusavnið kom út, høvdu sjálvt ikki fyrireikararnir av Listastevnu Føroya fingið høvið at síggja tær innkomnu søgurnar, og tí vistu tey heldur ikki, hvussu dygdin á søgunum er.
Men sambært Birgiri Kruse, úr Listastevnustýrinum, eru bæði fyrireikarar og dómsnevnd ógvuliga væl nøgd við undirtøkuna fyri kappingini.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur »Mjørki í heilum« út. Bókin er 194 síður, og fæst í bókasølunum frá í dag.