Heilagranskari vil leita eftir bønini

Ein danskur granskari fer at skanna heilar hjá limum í Hvítusunnukirkjuni, sum standa upp ímóti náttúruvísindini og trúgva á grøðing gjøgnum bøn.

- Hvat fer fram í heilanum hjá einum menniskja, sum trýr meiri á grøðing gjøgnum bøn ella á læknarnar og náttúruvísindina?

Henda spurningin vónar Uffe Schjødt, sum er cand. mag og ph.d.lesandi at fáa meiri greiðu á. Hann er í hesum døgum í ferð við at skanna heilan hjá ungfólki úr Hvítusunnukirkjuni í Danmark, skrivar Kristelig Dagblad.

Heilaskanningin er ein partur av royndini at siga frá, hvussu átrúnaður ávirkar heilan og hvar hesin depil er at finna. Áður hava ung úr donsku Indre Mission (Heimamissiónin) verið í eini líknandi skanning, sum varð gjørd meðan tey vóru í bøn.

Í hesi nýggjastu royndini skulu teir ungu limirnir í Hvítusunnukirkjuni kortini ikki biðja undir skanningini. Henda verður ístaðin gjørd, meðan tey lurta eftir eini ljóðupptøku, har biðið verður fyri teimum - tað sum rópt verður forbøn.

- Tey flestu religiøsu menniskjuni viðganga markið millum náttúruvísindina og tað andaliga. Men Hvítusunnukirkjan er áhugaverd, tí hon er í beinleiðis kapping við náttúruvísindina. Her trýr ein á grøðing gjøgnum forbøn og heldur, at ein kann fáa bæði armar og bein at vaksa út umvegis bøn og rætta trúgv á Gud, sigur Uffe, sum er knýttur at gudfrøðideildini á Aarhus Universitet.


Kemisk prosess í Gudi

Á altjóða støði hevur eisini verið ein vaksandi áhugi fyri granskingini innan staðsetingina av religiónini í heilanum.

Bæði religiónskritikkarar og ateistar eru javnan frammi við úttalilsum um, at religiónin er ein tvangstanki og er meiri at meta sum ein "virus" á heilanum.

Sjálvur metir Uffe Schjødt seg sum ikki-trúgvandi, men hevur einki ynski um at avlíva religiónina gjøgnum royndir sínar.

- Mítt ynski er at koma fram til eina vísindaliga frágreiðing um religión. Eg ætli mær tó á ongan hátt at avmarka hana. Men sohvørt sum vit gerast betri til at greiða frá religiónini, kunnu religiøs menniskju eisini byrja at skilja millum trúgv og vísind, soleiðis at hesi bæði hugtøkini ikki verða blandað saman, sigur hann.

Tonny Jacobsen, sum er formaður í leiðslubólkinum í Hvítusunnukirkjuni og fyri Frikirkenet heldur ikki, at ætlanin hjá heilagranskingini at staðbinda religiónina hóttir hansara persónligu trúgv.

- Eg haldi sjálvur, at religiónin kann lýsast biologiskt, men ikki einans biologisk. Heilagranskarar og ateistar kunnu kanska ávísa, at religión bara er ein kemisk prosess í heilanum. Fyri mær finst nevniliga ein frágreiðing um, at tann kemiska prosessin yvirhøvur er til. Og tann frágreiðingin eitur Gud, sigur Tonny Jacobsen.