Hetta er minni enn so fyrstu ferð, at fólk siga seg hava funnið kalikin, og tilsamans eru umleið 200 kalikar í Evropa, sum verða sagdir at vera tann rætti.
Kalikurin í kirkjuni í León er úr gulli, prýddur við gimsteinum og er úr tveimum kalikum, sum eru settir saman. Sambært søgufrøðingunum var hann ogn hjá einari dóttir kongin Fernando fyrsta, sum var kongur í León frá 1037 til 1065.
Bretska blaðið Guardian skrivar, at søgufrøðingarnir Margarita Torres og José Manuel Ortega del Rio siga, at kalikurin í kirkjuni í León er tann heilagi kalikurin í bókini Kings of the Grail. Tey siga seg vera komin fram á kalikin eftir at hava kannað skjøl, sum komu undan kavi í Egyptalandi í 2011. Niðurstøðan hjá teimum báðum søgufrøðingunum er, at tann ovari parturin av bikarinum í León er av bikarinum, sum Jesus drakk av.
Fernando kongur fekk bikarin í friðargávu frá emirinum í Suðuspania, har muslimar ráddu fyri borgum um tað mundið.