Sum partur av føðingardegi felagsins hevur Heilafelagið alment tiltak á torginum í SMS leygardagin Sjálvur føðingardagurin er annars ikki fyrr enn sunnudagin, men tað liggur betur fyri at halda slíkar leygardag. Og nógv verður gjørt burtur úr degnum, verður sagt í tíðindaskrivi.
Jógvan Telling, sum sjálvur varð raktur av blóðtøppi fyri nøkrum árum síðani, fer at hava framførslu klokkan 13, og ein tíma seinni fer gospelkórið, Tensing, sum er fyri avvarandi av apopleksi- og afasi-raktum, at framføra.
Sjálvan føðingardagin, sunnudagin 10. mai eru limir og onnur áhugað vælkomin út í MBF húsið frá kl 15.00 til 17.00 til ein drekkamun.