Heiðurslønir til arbeiði fyri børn og ung

Føroya Ungdómsráð letur heiðursløn til verkætlanir, bólkar og einstaklingar fyri teirra arbeiði fyri børn og ung í Føroyum

Føroya Ungdómsráð skrivar, at freistin at lata innstilling til FUR heiðurslønina er 15. mars. Øll kunna innstilla eina verkætlan, bólk ella ein persón, ikki bert lima- og lokalfeløg í FUR. Til ber at lata  fleiri innstillingar, og áður innsendar innstillingar.

 

Endamálið hjá FUR við at lata heiðurslønina er

 

- at geva eldsálum innan barna- og ungdómsarbeiði viðurkenning

 

- at geva virknum barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri sítt arbeiði

 

- vekja áhugan millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum

 

- at vísa á samfelagsliga týdningin av arbeiðinum hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum

 

Heiðurslønin verður handað á landsfundinum hjá FUR.