Fyrsti mánadagur í oktober er altjóða dagur arkitektanna har verk, ið skara framúr verða heiðrað fyri góða byggilist. Kringum allan heim og í býum gevst í dag møguleikin at uppliva og fáa innlit í býar-og bygdamenningarverkætlanir, og fáa kunning um tídningin í góðari byggilist fyri samfelag og dagligdagin. Dagurin er eisini nr. 11 í teim 17 ST-heimsmálunum, og hevur sjóneyðku á burðardygga býar- og bygdamenning.
Kári Thomsen, arkitektur, hevur hefyri móttikið heiðursbræv frá Slagelse kommune og borgarstjóranum Knud Vincents í Danmark fyri verkætlanina ”Trætophytterne” í Dalmose, ið eru bygd sum liður í frítíðarstað á niðurløgdum landbúnaðarvirki.
Talan er um trí frítíðarhús bygd á stálpelum í 4 metur hædd á hvør sínum gott 100 fermetur stórum palli. Hvørt húsið er góðar 34m2 og innrættað til 4 sovipláss og annars øllum hentleikum til hugaligt uppihald hjá vitjandi.
https://arkitektforeningen.dk/arkitekturens-dag/39322-2/
##med2##












