Heiðursborgari á Viðareiði

Ein partur av norðoyastevnuni verður í ár hildin á Viðareiði, tá listamálarin, Arnold Vegghamar, verður heiðraður

Hetta vikuskiftið er ársins fyrsta summarstevna á skránni, nú norðoyastevna verður hildin í Klaksvík.

 

Flestu tiltøkini eru sjálvandi í Klaksvík, men í ár verður kortini gjørt eitt undantak – á Viðareiði.

 

Hetta verður sunnudagin klokkan 15, tá viðingar bjóða til samkomu í bygdarskúlanum, har ætlanin er at heiðra kenda listarmálaran av Viðareiði, Arnold Vegghamar.

 

Skipað verður soleiðis fyri, at ein framsýning av verkum hansara – eisini fleiri nýggj -verður hongd upp. Her verða somuleiðis møguleiki at síggja málningar hjá teimum, sum hava gingið til málningalist í Viðareiðis kvøldskúla í vetur.

 

Alt tiltakið er sett á skrá, nú Arnold verður heiðursborgari á Viðareiði fyri síni listarligu avrik.

 

Tiltakið byrjar klokkan 15 og er framsýningin opin til klokkan 19. Á hugnaløtuni seinnapartin verður sangur, røður, tónleikur og ein drekkamunnur at fáa.