Leygardagin 27. februar verður konsert í Norðurlandahúsinum, har
ymsir tónleikarar tulka løg hjá Jógvan Telling Joensen.
Hann er ein av fremstu undangongumonnunum innan føroyskan rútmiskan tónleik. Jógvan hevur í sínum lagasmíði megnað at gera løg, sum eru einkul, men hava fangað áhoyraran og fest seg í minnið á lurtarum í fleiri áratíggju. Heiðurskonsertin fevnir m.a. um nýtulkingar, skemt, kærleika, barna- og ungdómssangir, kórsang og meira provokerandi sangir, skrivar nlh.fo.











