Um summarið eru Margreta, drotning og Heindrikkur, prinsur ofta stødd í Fraklandi á vínslottinum hjá Heindrikki, sum nevnist Chateau de Cayx.
Farna fríggjadag høvdu næmingar og lærarar á frá tónleika-konservatoriinum í Keypmannahavn konsert á Chateau de Cayx. Millum tey sum framførdu var Heiðrun Petersen úr Havn. Heiðrun sæst á myndini saman við hinum, sum framførdu fyri teimum 400 gestunum hjá Margretu, drotning og Heindrikki, prinsi.
Tað ber til at síggja og hoyra eitt lítið brot av konsertini, við at trýsta á hesa leinkjuna: http://www.youtube.com/watch?v=8d5YhSBo0nY