Heiðrikur á Heygum ger ein ræðufilm

– Hetta er ein filmur um eina heimasjúkrasystir, sum er um eina doyggjandi eldri konu á útoyggj í Føroyum.

 

– Hetta er ein filmur um eina heimasjúkrasystir, sum er um eina doyggjandi eldri konu á útoyggj í Føroyum.

 

Tað sigur Heiðrikur á Heygum, sum í hesum døgum skipar fyri filmsupptøku í Føroyum.

 

Heiðrikur gongur á filmsskúla, Super16 á Den Alternative Filmskole í Danmark, og hesin filmurin er fráfaringaruppgáva hansara.

 

Í morgun var filmsliðið á Vaglinum í Havn, har upptøkur vórðu gjørdar. Í filminum eru vit eru í miðbýnum í Havn 1960, har fólk spáka oman og niðan eftir Áarvegnum, onkur kemur út av útsøluni hjá Tjaldurs Apoteki, sum nú er flokshøli hjá Javnaðarflokkinum. Á Áarvegnum stendur ein Ford Anglia, ein Husquarna motorsúkkla, og ein Opel Kadett kemur koyrandi niðan eftir. Gomlu bilarnir eiga limir í Føroya Ellisakførum, sum í morgun vóru við til upptøkurnar.

 

Størstu avbjóðingarnar við slíkum filmsarbeiði, sigur Heiðrikur vera at fáa fólk og fáa tað heila at hanga saman.

 

– Alt liðið kring filmin telur heilir 40 fólk, tá leikarar og statistar ikki eru við, sigur Heiðrikur á Heygum.

 

Og statistarnir eru nógvir – og í morgun vórðu tey í klæðum frá 60'unum, sum myndirnar niðanfyri vísa.

 

Høvuðsleikari í filminum er Sofía Nolsøe, sum hevur leiklutin sum heimasjúkrasystirin. Upptøkurnar fara at taka sjey dagar, og ætlanin er, at tann 20 minuttir langi filmurin verður frumsýndur í Norðurlandahúsinum í november.