Nógvir føroyingar vita tað longu, Heiðrik á Heygum er eitt serligt talent, hetta hevur heimskendi poppbólkurin Garbage varðnast.
Her fyri spældi Heiðrik inn sína egnu tulking av sanginum Special hjá Garbage, og nú hevur bólkurin varðnast sangin og hevur deilt hann á Facebooksíðu síni, ein síða, ið hevur næstan 900.000 fjepparar.
Við orðunum: “Thanks to fan Jon Byrd for bringing this gorgeous cover of our song SPECIAL to our attention. Impressive….”, deilir Garbage sangin hjá Heiðrik.
Sangurin kom út tíðliga í morgun, og longu hava fleiri enn 70 fólk deilt sangin víðari, 500 hava dámt hann á Facebooksíðuni, og viðmerkingarnar eru nærum allar sera jaligar.
Vitjið Garbage á Facebook her
Ella hygg at kykmyndalagnum hjá Heiðriki omanfyri