Leygarkvøldið fekk Brynjar Jacobsen Poulsen tann stóra heiður at vera kosin Ársins fyrimynd 2021, og farna vikuskiftið gjørdist Nóa Thomsen danmarksmeistari í inniróðri.

Heiðraðu ungdómar fyri framúr avrik

- Tað er stórt fyri eina so lítla kommunu sum okkara at hava so dugnaligan ungdóm, sigur Janus Thomsen, borgarstjóri.

Leygarkvøldið fekk Brynjar Jacobsen Poulsen tann stóra heiður at vera kosin Ársins fyrimynd 2021, og farna vikuskiftið gjørdist Nóa Thomsen danmarksmeistari í inniróðri.

Seinnapartin í gjár var móttøka á kommunuskrivstovuni í Hvalba, har tveir av ungdómunum í kommununi vórðu heiðraðir. 

 

Ungdómarnir eru Brynjar Jacobsen Poulsen og Nóa Thomsen, sum báðir framúrskaraðu seg í vikuskiftinum, sum tey í Hvalbiar kommunu taka til.

 

- Leygarkvøldið fekk Brynjar tann stóra heiður at vera kosin Ársins fyrimynd 2021. Hetta fekk hann fyri tað stóra arbeiði, sum hann ger fyri Royn, sjálvt um hann ber brek.

 

Farna vikuskiftið gjørdist Nóa Thomsen eisini danmarksmeistari í inniróðri í bólkinum U17 M 200M við tíðini 00:31.9.

 

Hetta er samstundis hansara besta tíð.

 

Við móttøkuna á kommunuskrivstovuni segði borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, at tað er stórt fyri eina so lítla kommunu sum Hvalbiar kommunu at hava so dugnaligan ungdóm.

 

- Drívið á! segði borgarstjórin, tá hann vegna kommununa endaði sína heilsan til ungdómarnar báðar og ynskti teimum hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum.

 

 

 

Leygarkvøldið fekk Brynjar Jacobsen Poulsen tann stóra heiður at vera kosin Ársins fyrimynd 2021, og farna vikuskiftið gjørdist Nóa Thomsen danmarksmeistari í inniróðri.