Hjá honum kemur menniskja í fremstu røð

Hann er lurtandi og nærverandi, og tað er so lætt at føla seg væl saman við Súna, sigur ADHD felagið, sum hevur latið ADHD viðurkenningina í dag

 

 

Hesin mánaðurin er ADHD tilvitanarmánaður og sum vanligt verður ein serlig ADHD-viðurkenning latin onkrum, ið onkusvegna hevur skarað fram úr  seg á ADHD/ADD økinum

 

Í ár varð ADHD-viðurkenningin latin Súna Jacobsen, lærara og rennandi eldsál í serskúlatilboðinum undir skúlanum á Fløtum, ið heldur til í gamla skúlanum á Argjum, og sum millum manna verður nevnt “Guli skúli”.

 

Poula, Durita og Bjørg úr nevndini í ADHDfelagnum troppaðu upp á lærarafundi í skúlanum við blómum og heiðursbrævi í hond, og tóku lítillátaða Súna heilt á bóli og tað var ikki sørt, at hann var bæði bilsin og rørdur, sigur ADHD felagið í tíðindaskrivi í kvøld.

 

##med2##

 

Tað var ein samd nevnd, ið gjørdi av, at Súni Jacobsen skuldi hava ADHDviðurkenningina í 2022. 

Súni var við at seta Gula skúla á stovn og hevur starvast har, síðani tilboðið byrjaði sum ein royndarverkætlan í 2009. Hann hevur hjálpt nógvum børnum og ungum við ADHD og foreldrum teirra í skúlaskipanini.


Súni hevur, saman við øðrum bygt Gula skúla, av góðvilja og einum vilja at røkka tí einstaka barninum, har tað er - og sum tað er. 

 

##med3##


– Tað menniskjasliga er útgangsstøðið hjá Súna.Tað sum eyðkennir arbeiðið hjá Súna er, at tað týdningarmesta er ikki, hvat næmingurin ger, ímeðan hann er í skúla, men meira tað, at næmingurin kann koma heim og siga, at hann hevur havt ein góðan dag. Trivnaðurin hevur alt at siga, tí nógv av teimum, sum ganga í Gula skúla, hava havt tað torført í skúlanum. 


Starvsfelagarnar fortelja, at teir merkja í arbeiðnum hjá Súna, at menniskja kemur í fremstu røð. Við hansara lyndi og nærleika kenna øll seg møtt og týdningarmikil, bæði starvsfelagar, næmingar og foreldur. Hann er lurtandi og nærverandi, og tað er so nemt at føla seg væl saman við Súna.

Foreldur merkja eisini væl, at Súni er nakað heilt serligt saman við næmingunum. Hann er ikki tengdur at, hvat man eigur at gera, og hvat vit plaga at gera. Hann møtir tínum barni við opnum sinni og hugsar út um kassan, tá hann undirvísur, soleiðis at hetta barnið kann kenna seg møtt – og samstundis fáa okkurt burturúr skúladegnum. 

 

##med4##


Súni er millum næmingar kendur fyri at vera rúmligur og viðurkennandi. Hann roynir ikki at troðka sína áskoðan á teg, men møtir hvørjum einstakum, har tey eru. Næmingar fortelja eisini, at Súni er jaligur og stuttligur, og er ikki bangin fyri at geva ró, sigur ADHD felagið

Í 2020 fekk Julia Feilberg Zachariassen, sjúkrarøktarfrøðingur, ADHD-viðurkenningina, og í fjør var tað Tormóður Stórá, leiðandi psykiatari, sum fekk hana.