Christian steig á middegi út á svalan á Frederik VIII's Palæ á Amalienborg saman við familju síni. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Heiðraðu Christian prinsi á 18 ára degnum

Túsundtals fólk sungu fyri Christian prinsi, tá hann fór út á svalan á Amalienborg á middegi

 

Christian steig á middegi út á svalan á Frederik VIII's Palæ á Amalienborg saman við familju síni. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Tað var ein smílandi og veittrandi Christian prinsur, ið steig út á svalan á Frederik VIII's Palæ á Amalienborg í Keypmannahavn saman við familjuni.

Harvið er almenna hátíðarhaldið í sambandi við 18 ára føðingardagin hjá trúnarvingnini byrjað.

Prinsurin var saman við foreldrum sínum, Fríðriki krúnprinsi og Mary prinsessu, saman við trimum systkjum sínum Isabellu prinsessu, Vincent prinsi og Josephine prinsessu.

Stutt frammanundan høvdu gallaklædda lívgardan hildið vaktarskiftið á Amalienborg Slotsplads, har túsundtals fólk vóru komin til hátíðarhaldið.

Fólkið sang føðingardagssang fyri Christian prinsi, og Margreta drotning fekk fólkið at rópa eitt níggjufalt hurrá fyri ommusoninum.

Almenna hátíðarhaldið av prinsinum heldur fram seinnapartin, tá drotningin klokkan 17 er vertur fyri gallataffel á Christiansborg Slot.

Har er 200 ung 18 ára gomul, tvey úr hvørjari kommunu í Danmark, úr Grønlandi og úr Føroyum, boðin at vera við at heiðra komandi kongin í Danmark.

Tann ungi trúnarvingurin fær eisini eina heilsan á vegnum frá forsætisráðfrúnni, Mette Frederiksen.

– Vegna alt Danmark skal ljóða eitt hjartaliga tillukku við føðingardegnum, skrivar forsætisráðfrúan á Instagram.

/ritzau/

 

 

 

Christian steig á middegi út á svalan á Frederik VIII's Palæ á Amalienborg saman við familju síni. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix