Heiðraðir fyri ótroyttiligt arbeiði í miðbýnum

Heri og Frants Vilhelm hava fingið fingið heiðursbræv, tí teir hava verið so raskir at heinta burturkast gjøgnum so nógv ár

Teir báðir Heri Jensen og Frants Vilhelm Jacobsen fingu í dag handað heiðursbræv fyri trúgva tænastu í Tórshavnar kommunu.

 

– Ótroyttiligir og í øllum veðri heinta teir burturkast upp í miðbýnum, sigur kommunan um teir.

 

Heri Jensen hevur síðani 1986 við eldhuga og nærlagni hildið býin reinan. Frants Vilhelm Jacobsen hevur gjørt tað sama síðani 2001.

 

– Teir hava trúfastir sópað gøtur og vegir fyri burturkast. Og soleiðis hava teir veitt sítt týðandi íkast til at fáa Havnina at skína. Eisini hava teir í virkseminum verið ein fyrimynd fyri onnur, sigur kommunan.

 

Mong eru tey, bæði ung og eldri, sum hava varnast miðvísa arbeiðið hjá Hera og Frants Vilhelmi.

 

– Áhaldandi arbeiðið hevur verið umhvørvinum og øllum havnarborgarum til gagns, segði býráðskvinnan Bjørg Dam, tá hon handaði teimum báðum heiðursbrævið.

 

Hon legði aftrat, at tað at rudda burtur rusk í gerandisdegnum hevur stóran týdning fyri umhvørvið, og arbeiðið hjá gøtusóparunum ger allar havnarborgarar tilvitaðar um umhvørvið.

 

##med2##