Tað var á vári í 2021, at bygdaráðið í Nes kommunu samtykti at seta á stovn ein frítíðarskúla, og í juni sama ár varð Eydna Olsen, námsfrøðingur, sett í starv sum leiðari.
Frítíðarskúlin læt upp í august í 2001. Fyrstu árini hevði skúlin ymisk høli í bygdini, til kommunan fyri 14 árum síðan keypti eini sethús á Brekkukletti til endamálið.
Men, hesi høli vóru, nú barnatalið er økt, vorðin alt ov trong.
Undanfarna bygdaráð í Nes kommunu samtykti tí at fara undir ný-og útbygging av Frítíðarskúlanum á Brekkukletti.
- Nýggi parturin av skúlanum var so mikið liðugur í summar, at hann kundi takast í nýtslu. Seinastu mánaðirnar hava umvælingar verið gjørdar av gamla bygninginum.
Í Nes kommunu siga tey, at uttanumøkið nú verður dagført, og um stutta tíð verður hetta arbeiðið liðugt.
- Vit fegnast um, at Frítíðarskúlin hevur fingið góðar umstøður, sigur borgarstjórin, Súni í Hjøllum.
Eydna Olsen hevur verið leiðari í Frítíðarskúlanum øll árini, og í Nes kommunu fær hon tað skoðsmál frá borgarstjóranum, Súna í Hjøllum, at hon er sera álítandi.
- Hon er bæði dugnalig, nærløgd, loyal og samstarvssinnað, segði borgarstjórin, tá hann fyrrapartin í gjár vitjaði í Frítíðarskúlanum.
Vegna bygdaráðið í takkaði borgarstjórin Eydnu Olsen fyri hennara góðu leiðslu av Frítíðarskúlanum øll hesi 20 árini, áðrenn hann handaði henni gávu og blómur til minnis um starvsdagin.
Í einari kommunu sum Nes kommunu eru ársdagar við jøvnum millumbilum, og hin 1. desember hevði eisini Annie í Hjøllum sín 25 ára starvsdag hjá kommununi. Tískil varð hon eisini heiðrað við blómum og gávu henda dagin.
Annie í Hjøllum varð sett í starv sum dagrøktari í Nes kommunu í 1995. Hon var dagrøktari í 10 ár. Eftir ein steðg í nakrar mánaðir varð Annie í Hjøllum sett í starv sum vaskifólk í svimjihøllini í Tofta skúla í 2006.
- Trúliga og við nærlagni hevur hon møtt upp seint á kvøldi at vaska svimjihøllina øll árini, so høllin er rein og nosslig hjá skúlanum morgunin eftir.
Vegna bygdaráðið takkaði borgarstjórin henni fyri vælaverk, trúgva og drúgva tænastu og handaði henni blómur og gávu og ynskti henni framhaldandi blíðan byr.
##med2##