Í gjárkvøldið læt LGBT í Føroyum trimum føroyingum heiðursløn fyri at hava vart áhugamálini hjá kynsligum minnilutabólkum í samfelagnum
Fólkaskúlalærarin, Anna Dalsgaard, er kosin ársins hinkynd. Hon fekk heiðurin fyri at hava varpað ljós á vantandi sjónligheit av samkyndleika og LGBTarum í føroyska fólkaskúlanum.
Eisini varð virðislønin latin fyri hennara munagóða arbeiði sum lærari, ráðgevari og stuðul hjá føroyskum LGBT næmingum.
Hesa virðisløn hava Annita á Friðriksmørk, Finnur Helmsdal, sáli, Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen áður vunnið.
Róland virðislønin verður latin fyri at heiðra minnið eftir Róland Samuelsen, og hon verður latin einum, ið hevur givið eitt langt og týðandi íkast til stríðið fyri javnrættindum ímillum hinkynd og samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum.
Samstundis skal viðkomandi hava verið við til at varpar eitt jaligt ljós á LGBT føroyingar. Hesin heiður fall í ár á Sofiu M. J. Høgnesen, sum er fyrsti tvørkyndi føroyingur, ið alment hevur sagt sína søgu í føroyskum miðlum.
- Nevndin ó LGBT metti, at Sofia hevur víst dirvi við at siga frá síni persónligu ferð frá manni til kvinnu - eini ferð, ið ikki enn er komin at enda.
Sofia er somuleiðis fyrsti tvørkyndi føroyingur, sum hevur verið við í føroyskari lýsingaherferð. Harumframt er hon fyrsti tvørkyndi føroyingur, ið hevur kært lesarabræv til Fjølmiðlakærunevnduna, har hon varð niðurgjørd fyri sína kynsligu sannføring. Hesa kæru fekk hon viðhald í.
Sofia varð eisini heiðrað fyri sín leiklut í bardaganum fyri betri korum og viðgerðarmøguleikum hjá tvørkyndum føroyingum.
Katrin Kallsberg, yvirlækni og forkvinna í Javnstøðunevndini, høgrumegin á myndini niðanfyri, handaði virðislønina, sum Bogi Davidsen og Rasmus Ramussen, sáli, áður hava vunnið.
Ársins miðlavirðisløn verður árliga latin fólki, feløgum ella fjølmiðili sum er við til at varpa eitt rættvíst og jaligt ljós á føroyskar LGBTarar í einum almennum miðili.
Á hendan hátt er viðkomandi við í bardaganum fyri javnrættindum, rúmligheit og ymiskleika í Føroyum.
Í ár vann Maria Winther Olsen virðislønina fyri stuttfilmin “Sum einglar vit falla”, ið er um tvær samkyndar føroyskar gentur.
Nevndin metti, at stuttfilmurin er við til at varpa eitt veruligt og jaligt ljós á føroyskan LGBT ungdóm.
- Tann vakri og læruríki stuttfilmurin torir at siga søgur, sum fyrr hava verið tagdar burtur í føroyska mentanarlívinum, sigur nevndin í síni grundgeving.
Sakaris Stórá vann somu virðisløn í fjør.
Maria Winther Olsen er stødd uttanlands, og tí tók Elin Mørkøre Dalberg, ein av filmsleikarunum, ímóti virðislønini, sum Kinna Poulsen, lista- og mentanarummælari, høgrumegin á myndini niðanfyri, handaði.
Annars hevur LGBT í Føroyum nú fingið nýggjan nevnd. Í nýggju nevndini eru Anja Johansen, Eiler Fagraklett, Høgni Miné, Katrina Bærentsen, Margret Nordberg Thomsen og Sofia M. J. Høgnesen. Oda Elling og Marita Thomsen eru varalimir. Nevndin situr í eitt ár í senn.
Sí fleiri myndir her niðanfyri.