Á dagstovninum Eikilund er tað Anita Hofgaard, sum hevði 25 ára starvsdag hálvan september og Annbritt Thomsen, sum hevur 25 ára starvsdag um miðjan november.
Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, handaði Anitu og Annbritt blómur og gávu, og kommunan bjóðaði køku og drekkamunn fyri starvsfólkunum og familjunum hjá teimum báðum.
Í Vágs kommunu hevur eisini ein 15 ára starvsdagur verið hildin á Heilsumiðstøðini, og hetta er sambært kommununi ein hátíðardagur, ið hevur ligið á láni, sum tey taka til.
##med2##
Her er tað læknaskrivarin, Sirið, sum hevði sín 15 ára starvsdag í januar í ár, og í gjár varð hon heiðrað.
Aftur her handaði borgarstjórin, Bjarni Johansen, blómur og gávu, og Vágs kommuna bjóðaði starvsfeløgum og familjuni hjá læknaskrivaranum køku og dekkamunn.