Heiðra krabbameinsjúkan veteran

Amerikanski senatorurin, John McCain, steðgaði í gjár krabbameinsviðgerð síni, skrivar Reuters tíðindastovan

Amerikanski senatorurin, John McCain, steðgaði í gjár krabbameinsviðgerð síni, skrivar Reuters tíðindastovan.

 

Fleiri kendir politikarar eru farnir at skriva um 81 ára gamla amerikanska John McCain, eftir at familjan boðaði frá, at hann hevur steðgaði síni krabbameinsviðgerð.

 

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, er ein teirra. Hann skrivar soleiðis:

 

– John McCain, senatorur, er ímyndin av tí besta av Amerika – hetjan tænasta, dirvi – ein maður, sum ongantíð er bangin fyri at siga sína hugsan og standa við hana, sjálvt um tað merkir stríð. Tanka mínir eru hjá honum og familju hansara, skrivar hann.

 

Eisini republikanarin, Mitt Romney, sum tvær ferðir hevur roynt at gerast forseti í USA, heiðrar McCain á Twitter:

 

– Eingin maður lýsir so væl í hesi øldini frægari æru, patriotismu, tænastu, offur og at seta landið frest, sum John McCain, senaturur. Reystmansdirvi hansara birtir, lív hansara ávirkar okkum. Eg eri stoltur og eyðmjhúkur um okkara vinarlag.

 

McCain hevur í eitt sindur meira enn eitt ár liðið av eini ringari krabbameinssjúku í heilanum. Tað hevur tó ikki forðað honum í at taka lut í uttanríkis- og verjupolitiskum kjakum sambært New York Times.

 

Í gjár upplýsti familja hansara, at hann hevur gjørt av at steðga krabbaneinsviðgerðini.

 

Fólk, sum standa honum nær, sum hevur umboðað Arizona í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum í 35 ár, siga við New York Times, at hann skjótt fer at doyggja.

 

 

Formaðurin í umboðsmannatinginum, republikanarin, Paul Ryan, skrivar á Twitter, athann hevur McCain við í bønum sínum.

 

– John McCain lýsir so væl land okkara. Alt Umboðsmannatingið hevur John og familju hansara í bønum okkara.

 

Mccain var í fleiri ár krigsfangi í Vietnam-krígnum, har hann fleiri ferðir var píndur.

 

Á valinum í 2008 var hann forsetavalevni hjá Republikanska flokkinum. Hann tapti valið til demokratin Barack Obama.

 

/ritzau/