Heiðra fótbóltsfólk í kvøld

Í kvøld verða tey bestu í føroyskum fótbólti heiðrað

Í kvøld heiðra Miðlahúsið og Fótbóltssamband Føroya tey bestu í føroyskum fótbólti farna kappingarár.

 

Spælarar, venjarar, miðlafólk og onnur hava kosið tey bestu hjá monnum og kvinnum, og í kvøld verða vinnararnir avdúkaðir á Hvonn í Havn.

 

Vinnararnir eru bólkaðir í hesar kategoriirnar:

 

- Ársins toppskjútti

- Ársins dómari

- Fair Play

- Ársins málverji

- Ársins verjuspælari

- Ársins miðvallari

- Ársins áleypari

- Ársins venjari

- Ársins ungi spælari

- Ársins spælari

- Ársins lið

 

Tað eru venjarar, liðformenn og journalistar, sum hava atkvøtt og valt ársins leikara.

 

Umframt handanir av heiðurslønum verður eisini livetónleikur og undirhald á skránni.

 

Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum, sum byrjar klokkan 21.00