Heiðra eina eldsál í føroyskum kappróðri

Á ólavsøku fara tey at handa eini eldsál, virðislønina, Ársins tak

Sum í so nógvum øðrum av lívsins viðurskiftum, hevur føroyskur kappróður eisiin sínar eldsálir, har tað er hugurin og alskurin til tjóðarítróttina og felagið ið drívur verkið.

Og á ólavsøku fer Róðrarsamband Føroya at heiðra eina av hesum eldsálum. Róðrarsambandið vísir á, at tað er á ólavsøku, at  ársins FM vinnarar heiðraðir.

 

Ólavsøkan er endabresturin tá ið róðrarárið kemur í hæddina.

 

- Tað er løtan, ið manningarnar hava vant og strembað ímóti, nevniliga at standa ovast á sigurspallinum og fáa viðurkenning fyri eina ørgrynnu av tímun í báti og fyri venjingina innandura. Tað er viðurkenningin fyri at felagstøkini hava borið á mál, sigur Róðrarsambandið.

 

Hjá nógvum byrjar hendan ferðin fyrst í árinum, og sostatt hevur hon verið long og hjá onkrum er avbjóðingin størri, hjá øðrum minni.
 


- Felagsnevnarin fyri manningar og feløg er, at tey hava eldsálir, har ið hugurin og alskurin til tjóðarítróttina og felagið drívur verkið.
 

Róðrarsamband Føroya ætlar nú at heiðra hesar eldsálir, geva teimun viðurkenning.

 

- Á Ólavsøku, undir steypahandani, fer Róðrarsambandið at heiðra eina eldsál og vísa henni viðurkenning tíðina, orkuna og alskin, ið verður lagdur í okkara tjóðarítrótt.

 

Tey nevna viðurkenningina fyri ársins tak og Róðrarsambandið sigur, at tey, sum hava uppskot til eina eldsál, sum hevur hendan heiður uppibornan, eru vælkomin at senda teimum uppskotini.