Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.
Landsins dómarar fáa manga skolu omanyvir seg gjøgnum eitt kappingarár. Teir mugu finna seg í meiri enn tey flestu, tí øll hava eina meining um tað, teir gera á vøllinum. Men í kvøld skulu tveir teirra koma til heiður og æru, tá Ársins dómari í mannfólka og kvinnudeildini skulu kjósast.
Hjá monnum eru teir tríggir hesir:
Lars Müller
Petur Reinert
Ransin Djurhuus
Og hjá kvinnunum eru tað:
Andras Frederiksen
Elsa Andreasen
Dánjal M. Joensen
Tað eru venjarar, liðformenn og journalistar hava greitt atkvøðu. Hvør av teimum hevur fingið flestar atkvøður, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.










