Heiðra bestu sjófólkunum

Ein afturvendandi táttur á sjómannadegnum er, at ljós verður varpað á bestu skip og bátar í landinum. Í ár verður tað Alfred Olsen – formaður í løgtingsins vinnunevnd – sum skal handa heiðurstekin og føra fram grundgevingarnar fyri, hví hesi verða latin, og verður hetta gjørt, meðan stóra kaffiborðið hjá kommununi verður millum klokkan 10 og 12 leygardagin.

Hetta er samstundis partur av endamálinum hjá Sjómannadegnum, sum er at nøra og varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og at kveikja áhuga fyri tí, sum hevur við sjógvin at gera.