Leygardagin 6. november verður finala í steypakappingini hjá kvinnum. Í kvøld hittust NSÍ og B36 í fyrru steypafinaluni, og úrslitið í kvøld leggur upp til, at talan verður um avgreiðslusetning, tá ið B36 leygardagin 30. oktober fær vitjan av NSÍ.
NSÍ vann í kvøld 5-0. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Stóri spælarin hjá NSÍ var Heidi Sevdal, sum er ovast á máltindinum í landskappingini. Heidi skoraði í kvøld fýra mál. Rúna Olsen skoraði seinna málið í fyrra hálvleiki, tá ið ein hálvur tími var farin. Tá átti Heidi Sevdal uppleggið.
Miðvallarin Rúna Olsen legði upp til trý av teimum fýra málunum, sum Heidi Sevdal skoraði.
NSÍ – B36 5-0 (2-0)
Fyrra hálvfinala
1-0: Heidi Sevdal 11.
2-0: Rúna Olsen 29.
3-0: Heidi Sevdal 47.
4-0: Heidi Sevdal 65.
5-0: Heidi Sevdal 87.