Heidi vann gull

ÍSB-svimjararnir hava vunnið síni fyrstu heiðursmerki í EM-kapping, sum verður hildin í Stockholm

 

Týskvøldið vann ÍSB-svimjarin, Heidi Andreasen, tvey heiðursmerki í Europameistaraskapinum fyri rørslutarnað, sum verður hildin í Stockholm í hesum døgum.

Heidi vann gull í 100 metrar frí, og í hesi kapping betraði hon persónliga metið við einum sekundi.

Í kappingini 100 metrar rygg vann Heidi bronsu, meðan hin føroyski svimjarin, Esther Gaard Hansen, gjørdist nummar 5.

? Hvørki eg ella Heidi betraðu okkara persónliga met í hesari kappingini, so vit eru ikki heilt nøgdar við úrslitið, sigur Esther Gaard Hansen.


Ræður um at betra seg

Esther og Heidi skulu luttaka í fleiri kappingum í hesi vikuni, og í gjárkvøldið vónaði Esther, at hon fór at vinna eitt heiðursmerki.

? Eg skal kappast í 100 metrar firvald, og eg vóni, at eg kann vinna eina gull ella silvurmedalju, segði hon stutt fyri middag í gjár.

? Tað, sum mest ræður um, er at betra okkum alla tíðina, og so fáa vit at síggja, um vit vinna fleiri heiðursmerki.


Fyrireikað seg á Sicilia

Áðrenn EM-kappingina í Svøríki vóru føroysku svimjararnir á venjingarlegu á Sicilia.

? Tað fingu vit nógv burturúr. Umstøðurnar vóru sera góðar, og vit vandu okkum við at svimja í 50 metra hyli. Eingin slíkur hylur er í Føroyum, so tað er gott at kunna venja í einum sovorðnum hyli áðrenn eina kapping, sigur Esther Gaard Hansen.

Umframt báðar svimjararnar er Katrin Johansen, venjari, og ein fysioterapeutur við á ferðini í Svøríki.

Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin.