Hósdagin fór Heidi Andreasen í hylin til sína fyrstu kapping í Canadian Open for Swimmers with a Disability.
Hetta var í 50 metur frí, og Heidi gjørdi ikki mætari enn at vinna hesa kappingina. Heidi hevði bestu tíðina á 50 metrum í innleiðandi umfarinum við 34,13 sekundum.
Í finaluni svam Heidi sera væl og við einum góðum spurti vann hon eina tætta kapping. Hon vann við tíðini 32,58 sekund, og tað er persónligt met hjá Heidi. Gamla metið hjá henni var 32,79 sekund, sum hon setti fyri nøkrum vikum síðani.
Pernille Thomsen kom inn á øðrum plássi við tíðini 32,97 sekund, og Cecilie Drabsch fekk bronsuna við tíðini 33,89 sekund.
Í gjár, fríggjadagin, skuldi Heidi svimja 400 metur frí. Leygardagin var 200 metur frí á skránni, og sunnudagin skal hon luttaka í 100 metur frí og 100 metur firvaldasvimjing.










