Heidi svimur í Kanada

Svimjarin Heidi Andreasen er í hesum døgum saman við svenska venjara sínum í Kanada og luttekur í stórari kapping

Heidi Andreasen er við í kappingini "Canadian Open for Swimmers with a Disability". Kappingin verður hildin í kanadiska býnum Edmonton, sum liggur í statinum Alberta í vesturkanada.
Heidi og svenski venjari hennara Mats Brisenfeldt komu til Kanada tann 8. juli saman við tí danska ferðalagnum. Kappingin byrjar í dag, tá Heidi skal svimja 50 metur frí. Dagarnar áðrenn kappingina hevur Heidi verið á venjingarlegu saman við venjara sínum.

Luttekur í fimm greinum
Kappingin verður frá hósdegi 17. juli til sunnudagin 20. juli. Heidi skal luttaka í 50 metur frí í dag, 400 metur frí verður fríggjadagin, leygardagin er tað 200 metur frí og sunnudagin skal hon royna seg í 100 metur frí og 100 metur firvaldasvimjing.
Heidi skuldi verið før fyri at fingið heiðursmerki í onkrari av greinunum, um alt gongur eftir vild.
Allir teir bestu svimjararnir í heiminum við breki eru við í hesi kappingini, so at hetta kann samanberast við eina heimsmeistarakapping. Tí er hetta tann størsta avbjóðingin hjá Heidi í ár.
Hetta er eisini ein liður í fyrireikingunum til Paralympics, sum verður í Athen í 2004.