Heidi spyr um javnstøðu

Heidi Petersen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin, fer mikudagin at seta landsstýrismanninum í javnstøðumálum, Hans Paula Strøm fyrispurning um, hvussu gongst við at seta átøk í verk, sum kunnu fáa fleiri kvinnur virknar í føroyskum politikki.
Heidi Petersen vísir á, at hesin spurningur fleiri ferðir hevur verið umrøddur. Eitt nú setti hon sjálv fyrispurning á tingi í vár, og ta ferðina svaraði landsstýrismaðurin, at neyðugt var við miðvísum átøkum innan øll øki, um málið um politiska javnstøðu skal røkkast.
Tí spyr tingkvinnan nú, hvussu langt landsstýrismaðurin erkomin við fyrireikingunum av einum miðvísum átaki fyri at fáa fleiri kvinnur virknar í føroyskum politikki. Um landsstýrismaðurin kann leggja eina ávegis ætlan um hetta arbeiði fyri tingið, og nær landsstýrismaðurin fer at seta fráboðaðu tvørpolitisku nevndina, sum skal arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur á ting og í kommunustýrini kring landið?