Heidi Sevdal fyri triðju ferð

Heidi Sevdal er eisini kosin Ársins spælari í bestu føroysku kvinnudeildini

Heidi Sevdal er eisini kosin Ársins spælari í bestu føroysku kvinnudeildini. Hetta er triðji heiðurin, sum Heidi Sevdal hevur vunnið í kvøld.

- Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá okkum í ár, so hetta er hugaligt, segði Heidi, tá hon fekk virðislønina handaða.


Heidi Sevdal er 24 ára gomul, spælir við HB, hevur spælt 17 dystir og skotið 30 mál í ár.