Heidi Sevdal er skarpast

Heidi Sevdal er Ársins toppskjútti hjá kvinnum

Heidi Sevdal er Ársins toppskjútti hjá kvinnum. Hon gjørdi 29 mál í 18 dystum.

 

- Eg havi nógvar góðar liðfelagar, tá er nemt at verða toppskjútti. Men tað er ikki fyrr enn seinastu umførini, at eg fór at hyggja ordiliga eftir toppskjúttalistanum, segði hon, tá hon fekk heiðurin handaðan.


Heidi vann heiðurin frammanfyri Mariu K. Thomsen frá KÍ við 27 málum og Rannvá Andreasen við 23 málum