Heidi Andreasen gjørdi eitt ordiligt hál í stóru svimjikappingini í Edmonton í Kanada. Tríggjar ferðir setti hon heimsmet, og hon vann fimm gullmerki.
Hon setti heimsmet í 50 metur firvaldasvimjing og 200 metur frí, har hon fekk tvey heimsmet ? fyrst í innleiðandi umfarinum og síðani aftur í finaluni.
Hósdagin vann Heidi Andreasen gull í 50 metur frí, og fríggjadagin vann hon greinina 400 metur frí við tíðini 5 minuttir og 26.53 sekund.
Tvey heimsmet í somu grein
Í 200 metur frí fríggjadagin breyt Heidi Andreasen heimsmetið tvær ferðir. Í innleiðandi umfarinum hevði hon tíðina 2 minuttir og 36,28 sekund, og harvið tók hon heimsmetið frá Karen Liebovitch úr Ísrael.
Í finaluni kom hon á mál við tíðini 2 minuttir og 34,27 sekund, og tað var meira enn 10 sekund frammanfyri nærmasta kappingarneytan.
Sunnudagin fekk Heidi enn eitt heimsmet, hesuferð í 50 metur firvaldasvimjing. Hon kom á mál við tíðini 1 minutt og 27,61 sekund á 100 metra teininum. Tá hon vendi við 50 metrar, setti hon heimsmet á 50 metra teininum. Tíðin var tá 39,38 sekund.
Í 100 metur frí kom hon á mál við tíðini 1 minutt og 11,08 sekund og vann eisini hesa kappingina.
Í fimm kappingum vann Heidi Andreasen fimm gullmerki og setti trý heimsmet.
Heidi og venjari hennara á hesi ferðini, sviin Mats Brisenfeldt, koma heimaftur til Føroyar í dag, týsdagin.









