Heidi og Páll eru bestu áleypararnir

Fótbóltsgalla 2022: Heidi Sevdal og Páll A. Klettskarð eru vald til ársins áleyparar

Á Fótbóltsgalla 2022, sum er á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, eru Heidi Sevdal úr NSÍ og Páll A. Klettskarð úr KÍ vald til ársins áleyparar í føroyskum fótbólti.

 

Heidi Sevdal er eitt kent navn í føroyskum fótbólti og fór eisini við gullskógvinum. Hon er von við at vinna heiðrar á Fótbóltsgalla. Hon vann heiðurin í harðari kapping við Jensu Tórálvsdóttirúr Víkingi og Livyan Silva úr B36.

 

Hjá monnunum vann Páll A. Klettskarð. Áleyparin hjá KÍ er eisini eitt kent navn í føroyskum fótbólti og var um reppið at blíva toppskjútti eitt skifti. Hart arbeiðandi áleyparin vann heiðurin frammanfyri Mads Borchers úr 07 Vestur og Pætur Petersen úr HB.

 

Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla 2022 í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 er á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.