Á middegi í dag verður fyrsta bríksl í kvinnulandsdystinum millum Litava og Føroyar. Talan er um finalu í Baltic Cup. Føroyar vunnu seg í finaluna eftir brotssparkskapping ímóti Estlandi, og Litava vann seg í finaluna eftir tryggan sigur ímóti Lettlandi.
Tveir føroyskir spælarar fara í dag at spæla á landsliðnum fyri 60. ferð. Tað eru Olga Kristina Hansen og Heidi Sevdal. Tær hava spælt fleiri landsdystir enn nakrar aðrar av føroysku spælarunum og seta met hvørja ferð tær umboða føðilandið.
Tær næstu í røðini í landsdystartali eru Rannvá B. Andreasen, sum hevur spælt 56 dystir og Ansy Jakobsen og Malena Josephsen, sum hava spælt 41 fereðir á landsliðnum.
Finalan í Baltic Cup verður á Alystus Stadium, og heimasíðan hjá FSF skrivaði soleiðis úr Litava í gjárkvøldið:
Armarnir í landsliðsleguni eru komnir niður aftur eftir sigurin í hálvfinaluni, og nú leggur landsliðið seinastu hond á fyrireikingarnar til finaluna móti Litava í morgin
Tað stendur á jøvnum millum tær, og báðar seta met, hvørja ferð tær fara á vøllin fyri Føroyar. Finalan í Baltic Cup í morgin verður dystur nummar 60 hjá Heidi Sevdal og Olgu Kristinu Hansen fyri A-landsliðið, og tær síggja fram til dystin við stórum spenningi.
– Tað er altíð ein serlig kensla at spæla fyri landsliðið, og hesaferð er spenningurin onkursvegna serligur, tí talan er um eina finalu, so vit eru ordiliga spentar og gleða okkum nógv til uppgávuna, sigur Heidi Sevdal.
Saman við Olgu Kristinu Hansen og Jensu K. Tórolvsdóttir mannaði hon føroyska miðvøllin í dystinum móti Estlandi, og dagarnir í Litava hava givið hópinum góðar møguleikar fyri at leggja spælið til rættis og samanspæla liðið.
Hálvfinalan móti Estlandi gjørdist so spennandi, at liðini máttu í brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara, og sigurskenslan hevur verið sera góð fyri hópin, heldur Olga Kristina Hansen.
– Sjálvandi er tað stuttligt at vinna, og vit hava eisini havt gott av sigurskensluni, men armarnir eru eisini komnir niður aftur nú, og vit hava fult fokus á dystin móti Litava.
– Samstundis sum tað er ein finala, so snýr tað seg eisini um hjá okkum og venjarunum at royna ymiskt og arbeiða við samanspælinum, so vit taka uppgávuna í størsta álvara og gleða okkum til at sleppa á vøllin, sigur Olga Kristina Hansen.
Bjarni Enghamar hevur tikið myndirnar í Litava.
https://www.fsf.fo/gleda-okkum-til-uppgavuna/